18. Mars. 2013

Nøgdin av toski, hýsu og upsa var nakað tann sama sum í fjør

 

Magnus Heinason er júst liðugur við ta árligu yvirlitstrolingina eftir botnfiski á føroyska landgrunninum, har hundrað trolhál verða tikin á hvørjum ári. Lítið var at fáa av toski, hýsu og upsa í mun til onnur ár. Nøgdin av toski var tó eitt vet størri í 2013 enn í 2012, meðan nøgdin av hýsu og upsa var tann sama sum í fjør. Tann smáa hýsan, sum Magnus Heinason fekk á heysti í fjør, var eisini at síggja í vár. Nógv var at fáa av longu og reyðsprøku í mun til onnur ár, meðan lítið var at fáa av kongafiski.

 

Magakanningarnar vístu, at lítið var til av nebbasild, við tað at eingin nebbasild varð funnin í nøkrum maga av toski, hýsu ella upsa. Ein upsi hevði etið tveir smáar makrelar, ávikavist 17 og 18 cm langir. Hetta vísir, at smáur makrelur er undir Føroyum, hóast nøgdirnar eru ókendar.

 

Les meira um túrin við at trýsta her.