11. Mars. 2013

Longa og brosma kannast


Havstovan er nú farin undir at gera nágreiniligar kanningar av longu og brosmu undir Føroyum, eftir at lítið hevur verið gjørt við gransking av hesum báðum fiskasløgum seinastu árini, vegna vantandi fíggjarligar umstøður.

 

Havstovan fekk í vetur játtan frá Fiskivinnuroyndum til eina 3 ára verkætlan, har endamálið er at fáa til vega vitan um útbreiðslu, lívfrøði og fiskiskap av longu og brosmu undri Føroyum.

 

Við hesi verkætlan vil Havstovan sostatt uppraðfesta hesi bæði fiskasløgini og harvið leggja grundarlag undir framtíðar stovnsmetingar og lýsing av stovnunum undir Føroyum. Í verandi støðu er ov lítið av vitan til at hesin fiskiskapurin eitt nú kann søkja um MSC góðkenning.

 

Longan undir Føroyum verður roknað sum serføroyskur stovnur, men ivamál eru viðvíkjandi brosmuni.

 

Stovnarnir av longu og brosmu síggja út til at vera í vøkstri eftir rannsóknartúrum við Magnusi Heinasyni og veiðuni hjá føroyskum førum, serliga línuskipum og –bátum, at døma. Verkætlanin verður gjørd í samstarvi við føroyska línuflotan, og í hesum sambandi fer fólk frá Havstovuni við onkran túrin fyri at savna inn tilfar.

 

Lise H. Ofstad, sum starvast á Havstovuni, skal standa fyri verkætlanini.