05. Mars. 2013

Avrikssáttmálin fyri Havstovuna undirskrivaður

 

Mánadagin 4. mars undirskrivaðu Rógvi Reinert, aðalstjóri á Fiskimálaráðnum og Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni avrikssáttmálan fyri 2013. Sáttmálin ásetir, hvat Havstovan skal gera í 2013.

 

Sáttmálin er býttur upp í tveir partar. Fyrri parturin viðger afturvendandi virksemi. Hetta er m.a. kanningar av havfrøði, æti, vistfrøði, stovnsmetingar og tilmæli. Stutt sagt arbeiði, ið ger Havstovuna føra fyri at virka sum granskingar- og ráðgevingarstovnur.

 

Seinni parturin viðger serlig áherðsluøki í 2013: Tað er framvegis tørvur á størri vitan um makrel í føroyskum øki og somuleiðis verða kanningarnar av sild øktar munandi. Viðvíkjandi botnfiski kann m.a. nevnast kanning av longu og brosmu, luttøku í royndum við rist í upsatrolum og endurskoðan av ráðgevingarmannagongdini og fiskivinnuting.

 

Sáttmálin kann lesast her.