04. Mars. 2013

Váryvirlitstrolingin byrjað

 

Magnus Heinason er nú úti og tekur tær 100 trolstøðirnar, sum hvørt vár verða tiknar á Landgrunninum. Trolstøðirnar eru tær somu ár um ár, og hvørt tóv varir júst ein tíma.

 

Øll veiðan verður skild, vigað og viðgjørd eftir føstum mannagongdum. Í filmsbrotinum niðanfyri síggja vit trolið koma á dekkið frá einum tóvi eystan fyri Nólsoynna seinasta fríggjadag. Fiskurin fer fyrst niður í posapavnin. Síðani verður hann blóðgaður og skildur. Hvørt fiskaslagið sær fer so fram í eina stóra vekt, og síðani verða ymiskar kanningar gjørdar við hvønn einstakan fisk, so sum longd, vekt, kyn og búningarstig. Av einum ávísum tali verða eisini nytrur tiknar til aldursgreiningar og magar tiknir til tess at kanna føðina.

 

Magarnir verða kannaðir so hvørt. Alt magainnihaldið verður skilt í sløg og sodningarstig, og síðani verður alt vigað og mátað hvørt sær.

 

Um filmurin ikki fer í gongd av sær sjálvum, kanst tú trýsta her.