09. Jan. 2013

Granskari til Havstovuna

 

Søkt verður eftir granskara til Umhvørvisdeildina á Havstovuni at byrja 1. februar 2013 ella skjótast til ber.

 

Arbeiðsøkið hjá granskaranum er m.a. at:

 

  • gera havfrøðiligar kanningar, við serligum denti á føroyskt havøki og har føroyska fiskivinnan hevur áhugamál,

 

  • vera partur av toymum, ið greina sambandið ímillum havfrøði og tað livandi tilfeingið í føroyskum sjógvi og har føroyska fiskivinnan hevur áhugamál,

 

  • vera við í vísindaligum verkætlanum, í samstarvi við granskingarstovnar í øðrum londum.

 

Umsøkjarar skulu hava PhD ella tilsvarandi útbúgving í havfrøði og hava royndir innan gransking í havfrøði og vistskipanum. Umsøkjarar, ið hava kunnleika til havfrøðina í føroyskum sjóøki, hava fyrimun.

 

Løn sambært sáttmála millum Akademikarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsóknir, við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum, skulu sendast til

 

Havstovan Nóatún 1,

P.O. Box 3051

FO-110 Tórshavn

 

og vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 25. januar 2013.

 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Karin Margrethu H. Larsen, deildarleiðara, teldupost This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella Eilif Gaard, stjóra, teldupost This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. , á tlf. 353900.