07. Jan. 2013

North Atlantic Climate (NACLIM)

 

EU-verkætlanin NACLIM (North Atlantic Climate), sum bleiv góðkend síðst í apríl 2012, er byrjað, og fyrstu fundirnir hava longu verið. Høvuðsendamálið við NACLIM er at eftirkanna, í hvønn mun tað er møguligt at spáa um havveðurlagið (vatnskorpuhitan vm.) í Norðuratlantshavi.

 

Parturin hjá Havstovuni er at gera streymmátingar o.a. á djúpum sjógvi kring Føroyar og at eftirmeta hesar mátihættir og mátistøð. Harafturat skal Havstovan saman við øðrum gagnnýta forsagnir til at siga nakað um komandi broytingar í vistskipanum í Norðuratlantshavi og serliga hjá uppsjóvarfiski. Tilsaman 17 granskingarstovnar úr 9 evropeiskum londum eru við í hesi verkætlan.

 

Meiri er at lesa um verkætlanina á http://naclim.zmaw.de