17. Des. 2012

Altjóða vísindaligt pelagiskt trol: MULTPELT 832

 

Árligu altjóða yvirlitstrolingarnar eftir makreli í Norðurhøvum, har Noreg, Ísland og Føroyar luttaka, eru avbjóðandi á fleri økjum. Kanningarhátturin er nýggjur, og støðugar eftirmetingar verða gjørdar, fyri at betra um dygdina av kanningunum. At upp til fýra skip nýttu ymisk trol í somu kanning, var ikki til fyrimuns fyri trúvirði á kanningini. Tí varð neyðugt at standardisera trolini, sum nýtt vóru til kanningarnar.

 

Í hesum sambandi varð stuðul latin frá ávikavist Fiskivinnugransking og arbeiðsbólkinum AG-Fisk undir Norðurlandaráðnum, til menning av einum felags altjóða vísindaligum standardtroli til pelagiskar kanningar. Stuðulin frá Fiskivinnugransking varð nýttur til sjálva framleiðsluna av trolinum til Havstovuna, meðan stuðulin frá AG-fisk varð nýttur til eina felags verkstovu í Noregi.

 

Ein verkstovubólkur, settur saman av skiparum, trolframleiðarum og granskarum úr teimum trimum londunum, hittist í Noregi í januar 2011. Tá vóru kravfestingar til trolið gjørdar. Í mai 2011 hittust trolframleiðararnir í Reykjavík, og samdust um, hvussu trolið skuldi sniðgevast,. Á yvirlitstrolingunum eftir makreli í 2011 høvdu Føroyar og Ísland hvør síni MULTPELT 832 trol, meðan Noreg nýtti onnur trol. Tá vórðu tær fyrstu royndirnar gjørdar við nýggja trolinum.

 

Í 2012 høvdu øll londini MULTPELT 832 trol á yvirlitstrolingunum, og var tað eitt stórt stig á leiðini at betra um dygdina í kanningunum. Samtroling (interkalibrering) millum skipini varð gjørd í 2012 fyri at vita, um trolið fiskar eins, men enn sæst munur á, hvussu fiskilig ymsu skipini eru. Londini arbeiða nú við at fáa riggingina av trolunum at vera so líka sum gjørligt á luttakandi skipunum, fyri at fáa dygdina á makrelkanningini í 2013 á eitt enn hægri vísindaligt stig.

 

Trolframleiðarar: Vónin (FO), Hampiðjan (IS) og Egersund Trål (NO) Skiparar: Bogi Jacobsen, M/S "Finnur Fríði" (FO), Arne Storebø, M/S "Brennholm" (NO) Granskingarstovnar: Havforskningsinstituttet (NO), Hafrannsóknastofnunin (IS) og Havstovan (FO)

 

Endalig frágreiðing frá MULTPELT verkætlanini (pdf).