28. Nov. 2012

Rani Jónsson Rubeksen vann 12500 kr

 

Lutakast millum 333 fiskamerkir varð hildið týsdagin 27. november 2012. Vinnarin gjørdist Rani Jónsson Rubeksen. Tað vinnandi fiskamerkið var ein toskur, sum varð fingin við línubátinum ”Volunteer” 4. november 2011. Hetta var seks fjórðingar norður-eystur úr Viðoy. Toskurin varð merktur 3. oktober 2011, tvs. bert ein mánað frammanundan, á júst somu leið, har hann varð afturfingin.

 

Lutakastið varð hildið á Fiskavirkinum í Gøtu, og alt arbeiðsfólkið var tilstaðar. Eitt av starvsfólkunum tók tann vinnandi seðilin, meðan eitt umboð fyri Landsgrannskoðanina helt eyga við, at lutakastið fór fram á rættan hátt.

 

Havstovan ynskir Rana tillukku við vinninginum og takkar eisini Fiskavirkinum í Gøtu fyri, at tað vildi vera karmur um lutakastið.