07. Nov. 2012

Magnus Heinason lagdur fyri í ár

 

Tey seinastu nógvu árini hevur Magnus Heinason ligið mitt um veturin. Hetta er ein liður í sparingum, og eisini tí at hesa árstíðina verða kanningarnar ofta nógv darvaðar av veðri.

 

Í ár byrjaðu kanningarnar hálvan februar við Standardhydrografi. Hesar kanningar verða gjørdar fýra ferðir um árið fyri at fylgja við broytingunum í hita, salti og gróðri í havinum kring Føroyar. Hesir túrar eru eisini liður í fleirtjóða kanningum.

 

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar bæði um várið (marts) og um heystið (vanliga í august, tó vóru tær gjørdar í september í ár). Um várið verða tiknar 100 trolstøðir, og um heystið 200, spjaddar um allan Landgrunnin niður á 500 m dýpi. Eisini vórðu tveir túrar gjørdir á Føroyabanka, 29 hál spjadd um allan bankan niður á 500 m dýpi. Ein túrur í apríl og ein í oktober (hesin seinni er vanliga í september). Hesar kanningar eru liður í stovnsmetingunum av toski, hýsu og upsa, bæði á Landgrunninum og á Føroyabanka.

 

Tveir túrar vórðu gjørdir fyri at kanna uppsjóvarfisk (svartkjaft, sild og makrel), ein sunnan fyri Føroyar í apríl og ein norðanfyri í mai. Hesir túrar eru liðir í kanningum fyri at kunna gera stovnsmetingar av uppsjóvarstovnunum, og vóru eisini liður í felags fleirtjóða kanningum. Makrelkanningar vórðu eisini gjørdar við jøvnum millumbili á Landgrunninum í summar.Tveir túrar vórðu gjørdir fyri at kanna æti/gróður, ein um mánaðarskiftið apríl-mai og ein juni - juli. Tann seinni túrurin er eisini ein yngultúrur, har kannað verður, hvussu gýtingin hevur hilnast.

 

Tveir royndartúrar við troli vóru gjørdir, ein í apríl fyri at samanbera veiðuna á friðaðum økjum við veiðuna á ikki friðaðum økjum, og ein í mai fyri at kanna svartkalva.

 

Árið endaði við einum túri, har toskur varð merktur. Merkt varð vestanfyri og norðanfyri. Umleið 500 toskar og nakrar havtaskur vórðu merkt í ár.

 

Í alt gjørdi Magnus Heinason 21 styttri og longri túrar. Tann stytsti var ein dag og tann longsti 14 dagar.

 

Kanningarætlanin hjá Magnusi Heinasyni varð nógv skerd seinna hálvár í ár, orsakað av, at stórar ábøtur, sum klassin kravdi, fyri at skipið skuldi sleppa at sigla aftur, skuldu gerast. Hesar ábøtur kostaðu so mikið nógv, at øll rakstrarjáttanin varð brúkt til umvælingina. Tí varð neyðugt við eykajáttan. Eykajáttan varð samtykt í september, men bert til ein part av teimum ætlaðu kanningunum. Tí var skipið eisini lagt nakað fyrr í ár enn undanfarnu árini.