01. Nov. 2012

Lítið av toski og hýsu á Føroyabanka

 

Magnus Heinason fekk lítið av toski og upsa á Føroyabanka í september/oktober í ár, tó at nøgdin okkurt árið hevur verið minni.

 

Ongantíð hevur so lítið verið at fingið av hýsu tey síðstu 17 árini sum í ár, men tann nógva smáa hýsan gevur eina lítla vón um, at fiskiskapurin fer at koma fyri seg um nøkur ár.

 

Hinvegin var nógv til av glýsufiski, og gongdin í glýsufiski á Føroyabanka minnir nógv um gongdina í hvítingsbróðri á Landgrunninum. Magakanningar vístu, at tað framvegis er lítið til av nebbasild á Føroyabanka.

 

Meira kann lesast við at trýsta á her.