25. Okt. 2012

Glottar at hóma fyri hýsu og tosk?

 

Seinnu yvirlitstrolingarnar hjá Magnusi Heinasyni á Landgrunninum í ár eru lidnar. Fyribils úrslit eru at finna í túrfrágreiðingini. Eitt av fyribils úrslitunum er, at ábendingar eru um, at væl av toski og hýsu eru komin undan gýtingini í ár. Úrslitini skulu takast við stórum fyrivarni, tí vegna teknisk brek o.a. vórðu hesar kanningar seinkaðar 1 mánað í mun til tað tíðarskeið, tær hava ligið onnur ár. Hetta ávirkar kanska ikki so nógv nøgdina av toski, tí vanliga hevur hann tikið botn og er farin inn undir land fyrstu vikuna av juli; at fitt er at fáa útiá í september skuldi verið eitt gott tekin. Men havast má í huga, at ikki fyrr enn um 2 ár fæst veruliga at vita, hvussu stendur til.

 

Fyri hýsu er øðrvísi. Hon tekur ikki botn fyrr enn í august-september, so tað, at meira varð fingið av hýsumurti í ár enn seinastu mongu árini, merkir ikki neyðturviliga, at meira er til enn árini frammanundan. Men tað eru hugalig úrslit, og spennandi verður at fylgja við í, hvussu hetta hilnast. Longu á yvirlitstrolingunum í mars komandi ár kann meira sigast um hetta, tí vanliga er tað so, at støddin á einum árgangi av hýsu er staðfest eftir tað fyrsta árið; greitt samband er millum nøgdina av ársgamlari hýsu á yvirlitstrolingunum í mars og ta roknaðu nøgdina av 2-ára gamlari hýsu í stovnsmetingum.

 

Nógv skal gerast við Magnus Heinason, áðrenn hann sleppur útaftur. Vónandi kann hetta gerast, so at hann sleppur út vanliga tíð komandi ár.