27. Sep. 2012

Havstovan við á Vísindavøkuni

 

27. og 28. september 2012 skipar Granskingarráðið fyri Vísindavøku í fabrikkini hjá Öström á Skálatrøð. Tiltakið er partur av evropiska tiltakinum Researchers' Night.

 

Á básinum hjá Havstovuni ber til at kunna seg um okkara arbeiði og gransking. M.a ber til at síggja eina lundaholu, nytrur frá ymsum fiskasløgum og æti gjøgnum mikroskop.

 

Millum granskararnar, sum fara at hava framløgur, eru Kirstin Eliassen, ph.d.lesandi og Eydna í Homrum, ph.d. frá Havstovuni. Hósdagin kl. 13 hevur Kirstin framløguna ”Nebbasild á føroyska landgrunninum – hvør av øðrum liva má”, og fríggjadagin kl. 18.50 greiðir Eydna frá ferðingini hjá upsa.

 

Fríggjadagin verða vísindaroyndir frá kl. 16.10 til 19.30. Tá verður m.a. víst, hvussu fiskur verður arbeiddur á Havstovuni.

 

Meir kunning um Vísindavøkuna er her