21. Sep. 2012

Átufrekur makrelur

 

Í framløgu á árligu ICES-ráðstevnuni í Bergen greiddi Høgni Debes frá Havstovuni í dag frá um føðina hjá sild og makreli í økinum norðan fyri Føroyar. Her vísti hann millum annað á, at makrelur hevur í miðal umleið tríggjar ferðir meir føði í maganum samanborið við sild, sum er fingin í sama øki. Høvðusføðin hjá báðum fiskasløgunum er reyðæti. Hetta eru smá krabbadjór, sum liva og nørast á opnum havi, men sum eisini vera førd inn á Landgrunnin, har tey hava stóran týdning fyri vistskipanina. Úrslitini benda eisini á, at sildin í størri mun velur sær sína føði, við at pilka tey størru sløgini burturúr, meðan makrelur í størri mun etur alt, sum fyri kjaftin rekur, og harvið eisini tey smærru sløgini av djóraæti.

 

Úrslitini, sum vóru løgd fram, eru ávegis úrslit frá kanningum, sum Havstovan ger av vistfrøðini hjá uppsjóvarfiski í havinum norðan fyri Føroyar. Ætlanin er at almannakunngera tey í altjóða tíðarriti seinni í heyst, tá øll úrslitini eru liðugt greinað.

 

Í sambandi við framløguna var ein grein skrivað, har úrslitini vera lýst nærri. Grein