13. Sep. 2012

ICES ársfundur í næstu viku

 

Í næstu viku verður ársfundurin í ICES, har granskarar úr øllum limalondunum leggja fram síni nýggjastu granskingarúrslit. Fundurin verður hildin í september á hvørjum ári, og skiftir ímillum ymisku limalondini í ICES. Í ár verður hann í Bergen í Noregi. Sum vera man fevnir granskingin víða, og tískil eru hesir fundir býttir upp í ymisk tema, har granskararnir leggja fram síni úrslit. Orðstýrararnir fyri hvørt tema eru vanliga royndir granskarar, og í ár verður Bogi Hansen frá Havstovuni orðstýrari fyri temaði ”The role of the Arctic and Sub-Arctic in a climate change perspective”. Eitt yvirlit yvir øll evnini á fundinum sæst her (http://www.ices.dk/iceswork/asc/2012/themesessions/themesessions.asp)

 

Tær árligu ráðstevnurnar hjá ICES hava sera stóran týdning fyri granskararnar í limalondunum. Tær geva teimum eitt gott høvi at leggja fram síni úrslit fyri øðrum granskarum, og fáa afturmeldingar og kjak um niðurstøðurnar. Hetta er sera umráðandi fyri at fáa so góða gransking sum gjørligt, og skapar sambond og samstarv, sum hava stóran týdning í dagliga arbeiðinum hjá granskarum.

 

Havstovan luttekur á hvørjum ári á hesum fundi og fleiri granskarar á Havstovuni hava eisini týðandi starvsuppgávur í ymiskum arbeiðs- og ráðgevandi bólkum undir ICES (sí Sjóvarmál s. 61).