30. Aug. 2012

Gulllaksur MSC-góðkendur

 

Vinnan, sum fiskar gulllaks undir Føroyum, hevur í mong ár arbeitt miðvíst við ætlanini um, at hesin fiskiskapur skuldi góðkennast sum verandi burðardyggur. Havstovan hevur verið við í hesum arbeiði og millum annað gjørt eina stovnsmeting av gulllaksi. Hetta fyrimyndarliga samstarvið millum vinnuna og Havstovuna hevur nú ført við sær, at fiskiskapurin eftir gulllaksi í føroyskum sjógvi nú hevur fingið MSC-góðkenning. Góðkenningin gevur vinnuni møguleika at selja gulllaksavørður til betri prís enn frammanundan, og væntandi kemur hetta at verða eitt økt fíggjarligt íkast hjá vinnuni.

 

MSC-góðkenningin av gulllaksi er eitt dømi um, at tað loysir seg at fara væl um fiskastovnarnar, og at tað gevur besta úrslitið sum frálíður. Tí er alneyðugt, at varða um gulllaksin í framtíðini, soleiðis at ein slík góðkenning ikki gleppur okkum føroyingum av hondum. Vónandi verður hendan MSC-góðkenningin ein íblástur hjá øðrum pørtum av føroysku fiskivinnuni.