29. Aug. 2012

Sjáldsamur gestur í føroyskum sjógvi

 

Sunnudagin 26. august fekk garnabáturin ”Gudrun” eina sjáldsama havtasku í garnið norðanfyri. Talan er um eitt heilt annað slag av havtasku, enn tað, sum vanliga verður fiskað undir Føroyum. Sløgini líkjast rættiliga nógv, men tá fiskurin verður kruvdur, er munurin eyðsýndur. Vanliga havtaskan (Lophius piscatorius) hevur hvítt royggj, meðan forkunnugi gesturin hevur svart (Lophius budegassa). Skiparin á ”Gudrun” segði, at hann ongantíð áður hevur fingið tílíka havtasku, øll 19 árini, hann hevur roynt á hesi leið.

 

Havtaska við svørtum royggi varð fyrstu ferð skrásett í føroyskum øki í februar 2002. Tað var Magnus Heinason, sum fekk hana í trolið á Skeivabanka. Tíðindaskriv varð sent út, har heitt var á fólk um at halda eyguni við ”svørtu” havtaskuni. Boðað varð frá 9 ”svørtum” havtaskum næstu 9 mánaðirnar. Allar vóru veiddar við Skeivabanka.

 

Nú, 10 ár seinni, hevur Havstovan fingið fráboðan um 27 ”svartar” havtaskur íalt; 20 teirra veiddar við Skeivabanka á vetri. Seinasta fráboðan áðrenn hesa, sum kom seinasta sunnudag, var frá 2008.

 

Sunnanfyri, t.e. í Norðsjónum, vestan fyri Bretsku oyggjarnar og í Biskaya víkini, er ”svarta” havtaskan vanlig og verður fiskað saman við ”hvítu” havtaskuni.

 

Á myndini sæst vanlig havtaska (í erva) og havtaska við svørtum royggi (í neðra).