Makrelkanningar, sum eru skipaðar sum felagskanningar saman við íslendingum og norðmonnum, eru júst lidnar. Endamálið við kanningunum er at kanna nøgdinar og útbreiðsluna av makreli um summarið, tá hann er í norðurhøvum fyri at finna sær føði.
Í sambandi við kanningarnar møttust rannsóknarskipini í íslendskum sjógvi til interkalibrering.
Interkalibreringin skal tryggja, at endaligu úrslitini av makrelkanningunum hjá øllum skipunum kunnu samanberast og setast saman í eina felags frágreiðing.
Mánadagin t. 16. juli møttust Christin í Grótinum úr Føroyum, Árni Friðriksson úr Íslandi og G.O.Sars og Brennholm úr Noregi eystan fyri Ísland.
Øll skipini gjørdu fleiri tóv í sama øki samstundis. Tóvað varð í somu kós, og tað var 1 km millum skipini. Veiðan í hvørjum háli varð mátað, kannað og skrásett.
Úrslitini frá interkalibreringini verða samanborin og granskað nærri í heyst.
Mynd: Leif Nøttestad