18. Juli. 2012

Makrelkanningar lidnar

 

Fólk frá Havstovuni eru júst afturkomin av makrelkanningum, har tey við skipinum Christian í Grótinum hava kannað nøgdirnar av makreli í føroyskum sjógvi. Kanningarnar vístu, at væl var til av makreli, serliga norðanfyri, meðan lítið var til sunnanfyri og vestanfyri. Trolað varð í yvirflatuni, har makrelurin vanliga gongur hesa tíðina. Nógv sild var eisini blandað upp í veiðuna.

 

Kanningarnar eru skipaðar sum felagskanningar saman við íslendingum og norðmonnum, har endamálið er at kanna nøgdinar og útbreiðsluna av makreli um summarið, tá hann er í norðurhøvum fyri at finna sær føði. Hetta er triðja ári á rað, at hesar kanningar verða gjørdar, og í mun til august síðsta ár var samlaða veiðan fyri hvønn fjórðing væl hægri í ár. Samlaða veiðan av makreli var tó á leið tann sama, men væl meir av sild varð fingin í ár í mun til august í fjør.

 

Úrslitini frá kanningunum verða endaliga viðgjørd á felags fundi millum luttakandi londini seinni í summar, og verða kunngjørd í eini felags frágreiðing eftir fundin.

 

Meir fæst at vita við at lesa túrfrágreiðingina her

 

Myndir: Anni Djurhuus