09. Juli. 2012

Yngul- og ætikanningar hjá Havstovuni á sumri 2012

 

Yngul- og ætikanningarnar hjá Havstovuni í 2012 eru loknar. Hetta eru kanningar, sum hava til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri, t.e. hita, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul. Við støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli. Sjógvurin var nakað kaldari í ár í mun til somu tíð í fjør, gróðurin undir miðal, væl var av djóraæti, men lítið var til av flest øllum sløgum av fiskayngli, og støddirnar av teimum vóru yvirhøvur smáttfallandi. Nevnast skal, at eingin toskayngul varð fingin á Føroyabanka.

 

Les alla fráðgreiðingina her