29. Juni. 2012

Magnus Heinason júst liðugur við makrelkanningar rundan um Føroyar

 

Makrelur var í føroyskum øki í juni mánað. Hann stóð upp móti vatnskorpuni í mest sum øllum økjunum uttan fyri sjóvarfalsfrontin (umleið 130m dýpi), meðan eingin makrelur varð fingin inni á grunnum vatni, innan fyri frontin.

 

Sild varð fingin í flestu hálum uttan fyri sjóvarfalsfrontin. Meginparturin var heystgýtandi sild ella sild undan Føroyum. Í norðaru økjunum var norðhavssild at fáa.

 

Hitin í vatnskorpuni var millum 7,6-9,6°C, kaldast inni á grunnum vatni, t.e. innan fyri sjóvarfalsfrontin. Tað er heldur kaldari í sjónum í ár enn sama tíðarskeið í fjør.

 

Kanningin er partur av verkætlanini “Makrelur á Landgrunninum”, lutvíst fíggjað av Fiskivinnu­gransking.

 

 

Les alla frágreiðingina

 

Jan Arge Jacobsen
Havstovan
29. juni 2012

 

Nøgdin av makreli (grønt) og sild (reytt) í hálunum í føroyskum øki, Magnus Heinason 14.-19. juni 2012. Eitt pluss eru hál, har einki var í. Støddin á sirklunum vísir veiðu í kg. pr. troltíma.