08. Juni. 2012

Tilmælið frá ICES komið

ICES ráðgevingin 2012 fyri komandi ár viðvíkjandi fiskastovnum undir Føroyum, Íslandi, Eystur-Grønlandi og í Barentshavinum varð almen í dag kl. 11. Ráðgevingin kann síggjast á heimasíðuni hjá ICES (www.ices.dk) undir “latest advice” og so velja “Eco Region”. Fyri føroysku stovnarnar er ráðgevingin í stuttum:

 

Toskur á Landgrunninum: Gýtingarstovnurin hevur verið sera lítil síðani 2005, og hóast í spakuligum vøkstri, er hann enn nær minsta markinum fyri, hvat ið er ráðiligt. Veiðutrýstið hevur verið í minking síðani 2002, men er enn ov høgt. Tilgongdin seinastu árini hevur verið undir miðal. ICES mælir til at minka veiðutrýstið við 63% í mun til miðalveiðutrýstið seinastu 3 árini niður á ikki meira enn 16%.

 

Toskur á Føroyabanka: Stovnurin hevur verið sera illa fyri í nógv ár, eingi tekin eru um, at hann er í menning, og sama ráðgeving, sum hevur verið givin síðani 2008, verður givin fyri komandi ár: Eingin toskafiskiskapur eigur at verða loyvdur á Føroyabanka, fyrr enn yvirlitstrolingarnar hjá Havstovuni vísa, at toskastovnurin er komin fyri seg aftur.

 

Hýsa undir Føroyum: Gýtingarstovnurin er sera illa fyri, hann hevur søguliga ongantíð verið so lítil sum nú, og síðani 2010 er hann mettur undir minstamarkinum fyri, hvat er ráðiligt. Veiðutrýstið er beint oman fyri tilrádda veiðutrýstið, men av tí at tilgongdin síðan 2003 hevur verið væl undir miðal, so vil gýtingarstovnurin sjálvt við ongari veiðu halda seg undir minstamarkinum. ICES endurtekur ráðgevingina frá í fjør og sigur, at eingin beinleiðis fiskikapur eigur at verða, og at hjáveiðan í fiskiskapinum efir øðrum stovnum eigur at vera so lítil, sum gjørligt. Neyðugt er við eini ætlan fyri, hvussu stovnurin kann koma fyri seg aftur (“Recovery plan”).

 

Upsi undir Føroyum: Gýtingarstovnurin er minkaður munandi síðani 2006, men er enn hampuliga væl fyri. Veiðutrýstið er minkað síðani 2009, men er enn oman fyri tilrádda veiðutrýstið. Tilgongdin seinastu árini hevur verið yvir miðal. ICES mælir til at minka veiðutrýstið við 44% í mun til miðalveiðutrýstið seinastu 3 árini niður á ikki meira enn tilrádda veiðutrýstið upp á 22%.

 

Um trýst verður á einstøku stovnarnar omanfyri, slepst beinleiðis inn á heimasíðuna hjá ICES og ráðgevingina.