30. Mai. 2012

Gróðurin á Landgrunninum

Hvørja viku, frá apríl til september, mátar Havstovan nøgdirnar av plantuæti á Landgrunninum. Mátingarnar verða gjørdar av sjógvi úr Skopunarfirði og eru umboðandi fyri tær innaru landgrunsleiðirnar. So hvørt úrslitini av mátingunum eru tøk, verða tey løgd á heimasíðuna hjá Havstovuni. Hetta plagar at vera hvønn mikudag.

 

Plantuæti er føðigrundarlagið undir djóralívinum í sjónum. Hesar mátingarnar av plantuæti geva á hvørjum ári tær fyrstu ábendingarnar um føðiviðurskiftini hjá fiski og fugli.

 

Higartil í ár hevur gróðurin verið eitt sindur yvir miðal. Hann byrjaði um mánaðarskiftið apríl-mai og hevur verið hampuliga góður síðani.

 

Til ber at fylgja við gróðrinum við trýsta her