14. Mai. 2012

Hvar gýtir makrelurin?

 

Eftir ætlan verður Havstovan við í kanningunum aftur næsta ár, sum skulu lýsa, hvar og hvussu nógv makrelur gýtir. Talan er um altjóða kanningar, samskipaðar av einum arbeiðsbólki undir ICES, har nógv lond luttaka. Tað er ein sera umfatandi uppgáva at kanna gýting hjá makreli, og tískil vera hesar kanningar bara gjørdar triðja hvørt ár. Havstovan var við í hesum kanningum á fyrsta sinni í 2010. Kanningarnar vístu tá, at makrelur eisini gýtir í føroyskum sjógvi, heilt norður á 63 stig, um enn nøgdirnar ikki eru tær stóru.

 

Makrelur gýtir í eitt langt tíðarskeið og í einum sera stórum havøki. Gýtingin byrjar longu tíðliga í februar mánaði út fyri portogisisku og sponsku strondini, men sum líður út á várið, flytur gýtingin seg norður eftir. Høvðusgýtingin er vanliga í apríl/mai mánaði vestan fyri Írland. Í 2010 tá Havstovan á fyrsta sinni var við í kanningunum, var føroyska økið kannað í mai og juni mánaði; fyrru ferð við ransóknarskipinum Magnusi Heinasyni hjá Havstovuni, og í juni við íslendska rannsóknarskipinum Árna Friðrikssyni. Seinni um summarið ferðast makrelurin longri norður í føroyskan sjógv, norður í Norska havið, og vestur í íslendskan sjógv at finna sær føði og eta seg feitan til gýtingina næsta ár.

 

Myndin vísir millum annað makrelegg saman við ymiskum djóraæti.