24. Apr. 2012

Havstovan við í stórari ES verkætlan

 

Havstovan er við í eini stórari verkætlan, nevnd NACLIM, sum júst hevur fingið játtað fígging frá ES granskingarskránni FP7. Høvuðsendamálið við NACLIM er at eftirkanna, í hvønn mun tað er møguligt at spáa um vatnskorpuhitan í Norðuratlantshavi.

 

Vatnskorpuhitin hevur stóran týdning fyri vistskipanir í havinum, havísin í Arktis, høvuðsrákið í atmosferuni og harvið veðurlagið í Europa. Tað eru spakuligu broytingarnar í djúphavinum, sum kunnu gera forsagnir møguligar, og djúphavssirkulasjónin er tætt knýtt at streymunum fram við Føroyum. Fyrri leikluturin hjá Havstovuni í verkætlanini er at halda fram við at gera streymmátingar tvørtur um hesar týdningarmiklu streymar. Stórar teldur skulu spáa um fysiska havumhvørvið í upp til 10 ár fram í tíð. Annar leikluturin hjá Havstovuni verður at gagnýta hesar forsagnir til at siga nakað um komandi broytingar í vistskipanum og serliga hjá uppsjóvarfiski.