21. Mars. 2012

Yvirlitstrolingarnar á vári lidnar

 

Nú eru yvirlitstrolingarnar á Landgrunninum á vári lidnar. Hetta eru kanningar, ið hava verið gjørdar á hvørjum ári síðan 1982, og er høvuðsendamálið at fáa eina mynd av, hvussu støðan er í teimum ymsu stovnunum. Hesi úrslit verða m.a. nýtt í árligu stovnsmetingunum av toski, hýsu og upsa. Yvirlitstrolingarnar verða gjørdar yvir tveir túrar, tvær vikur hvør, og er seinni túrurin júst liðugur. Hesar báðar túrarnar verða 100 tóv gjørd, og eru trolstøðirnar spjaddar kring allan Landgrunnin (Mynd)

 

Hóast vánaligt veður, so eydnaðust túrarnir væl, og allar 100 trolstøðirnar vórðu tiknar. Seinastu árini hevur verið lítið at fingið av ávikavist toski, hýsu og upsa, og so var eisini í ár. Toskastovnurin hevur annars verið í vøkstri seinastu 3 árini, men í ár var nøgdin sera lítil.

 

Í næstum kemur ein túrfrágreiðing við fyribilsúrslitum fyri øll fiskasløgini, ið vórðu fingin. (pdf)

 

Yvirlitstrolingar á vári við Magnusi Heinasyni. Landgrunnurin er býttur upp í 15 øki (myndin til vinstru). Ávíst tal á støðum verður tikið í hvørjum øki, tilsamans 100 støðir fyri allan Landgrunnin. Somu støðir verða tiknar á hvørjum ári.