05. Mars. 2012

Nýggj heimasíða

 

Nú er hon her. Eftir at vitjandi á heimasíðu okkara hava møtt heilsanini ”Gevið gætur. Vegna umlegging av heimasíðuni, er verandi heimasíða bert ein fyribilssíða. Vinarliga haldið okkum til góðar.” í eitt longri tíðarskeið, er umleggingin loksins at enda komin og nýggja heimasíðan sær dagsins ljós.

 

At kunna um úrslit og virksemi annars í granskingini á Havstovuni er alneyðugt og eitt av aðalmálunum í okkara visión og missión. Ein tann skjótasta farleiðin at kunna er alnótin. Tí hevur arbeiðið við nýggju heimasíðuni verið raðfest frammarlaga.

 

Á vári 2009 fekk táverandi Fiskirannsóknarstovan nýggjan samleika, har stovnurin millum annað fekk nýtt navn og nýtt búmerki. Heimasíðusnið er avgjørt ein týdningarmikil partur av samleikanum, men vegna vantandi fíggjarliga orku, var neyðugt at bíða nakað við hesum partinum.

 

Tað er KREA úr Runavík, sum hevur sniðgivið heimasíðuna. Tað var eisini KREA, sum í 2009 sniðgav nýggja samleikan hjá Havstovuni.

 

Eitt stórt framstig við nýggju heimasíðuni er, at tað er møguligt at menna hana víðari, so hon støðugt gerst enn hugaligari og enn meira forkunnug at vitja.