22. Feb. 2012

Magnus Heinason hevur verið sín fyrsta túr í ár

 

Magnus Heinason hevur verið sín fyrsta túr í ár, eftir at hava ligið í umleið tríggjar mánaðir í vetur, har ymiskar umvælingar eru gjørdar við skipið.

 

Fyrsti túrurin í ár var ein standard hydrografitúrur á 89 støðir, har hiti, salt, ilt, ljós, fluorisens og æti verða mátað niður ígjøgnum sjógvin.

 

Hesir túrar verða gjørdir fýra ferðir um árið, fyri at fylgja við umstøðunum og broytingum í havinum kring Føroyar. Túrarnir eru eisini liður í altjóða granskingarætlan, sum Havstovan er partur av.

 

Hetta slagið av túrum hevur verið gjørt síðan 1988, tó við smærri broytingum. Í ár hava vit lagt støðirnar inni við land tættari, og lagt nýggjar støðir vestur úr Mykinesi. Hetta er gjørt fyri at fáa meira vitan um broytingarnar inni á Landgrunninum.

 

Veðrið var nakað ólagaligt hendan túrin, tó vóru allar 89 støðirnar tiknar.

 

Støðir og kósir á túri 1202