15. Feb. 2012

Kanningarætlanin hjá Magnus Heinasyni fyri 2012

 

Magnus Heinason byrjar nú uppá kanningarætlanina fyri 2012.

 

Aftaná at hava ligið síðani november, tá ið siglingarætlanin í fjør var liðug, fer Magnus Heinason nú sín fyrsta túr fyri í ár, og mynstrar manningin nú 15. februar.

 

Endamálið við túrinum er at fylgja við broytingum í havinum kring Føroyar. Túrurin er ein partur av teimum árligu, regluligu kanningunum eftir standardskurðum.

 

Eitt fullfíggjað yvirlit yvir kanningarætlanina hjá Magnus Heinasyni fyri 2012 er á heimasíðuni (her).