13. Feb. 2012

Fitiinnihaldið í makreli í føroyskum øki

 

Havstovan hevur fingið játtað kr. 100.000 frá Fiskivinnugransking til eina verkætlan at kanna innihaldið av fiti í makreli í 2012. Endamálið er at kanna, hvussu nógv innihaldið av fiti veksur, frá tí at makrelurin kemur í føroyskan sjógv um várið, til hann fer úr aftur føroyskum øki út á heystið. Eisini verður kannað, hvussu nógv vektin økist í hesum tíðarskeiðinum.

 

Aftan á gýtingina um várið, ferðast makrelurin norðureftir at leita sær føði. Tá er hann millum annað í føroyskum øki, har hann etur seg feitan, áðrenn hann aftur fer úr okkara øki út á heystið. Kanningin verður gjørd í samstarvi við p/f Kollafjørð Pelagic.

 

Í fjør gjørdi Havstovan saman við p/f Kollafjørð Pelagic eina undankanning at kanna fiti í makreli. Kanningin byrjaði um hálvan mai mánað og vardi til fyrst í oktober mánaði, tá fiskiskapurin helt uppat. Í hesum tíðarskeiðinum varð innihaldið av fiti í makrelinum, ið var landaður til P/F Kollafjørð Pelagic, mátað. Kanningin fevndi tilsamans um 64 landingar hjá uppsjóvarskipunum í tíðarskeiðinum mai til september 2011.

 

Fyribilsúrslit av kanningunum vísti, at innihaldið av fiti hjá makreli vaks frá umleið 2% til knapt 30% frá hálvum mai til fyrst í oktober mánaði. Serliga í junimánaði fitnaði makrelurin nógv, frá knapt 10% til 25%. Síðani broyttist fitin ikki nógv til oktober (sí mynd).

 

Umframt at máta innihald av fiti í makrelinum, er ætlanin í 2012 eisini at máta, hvussu nógv makrelstovnurin, ið er í føroyskum øki, veksur í vekt, meðan hann er her.

 

Mynd. Miðalfitiprosent í makreli frá hálvum mai til síðst í september (vika 20-40) í føroyskum øki í 2011.

 

Gunnvør Joensen frá Havstovuni og Marita Højgaard frá p/f Kollafjørð Pelagic stóðu fyri kanningini