Fingið merktan fisk?

 

Ert tú so heppin at hava fingið ein merktan fisk, so vinarliga lat okkum merkið og fiskin. Tú fært góðan kiloprís fyri fiskin, umframt finningarløn og lutaseðlar, har tú verður við í einum árligum lutakasti um 12.500,- kr.

 

Upplýsingar at lata við:

 

-     Navn, bústað og kontonummar hjá innsendara

-     Skip

-     Positión

-     Fiskidato

-     Merkisnummar

 

Oyðiblað til merktan fisk fæst á Havstovuni ella kann takast niður her.

  

Um tað ikki liggur fyri at koma á Havstovuna við fiskinum, ber til at ringja til okkara á tlf. 35 39 00 ella skriva ein teldupost til This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. . So finna vit eina loysn.

 

Merkt fiskasløg

Seinastu árini hevur Havstovan merkt tosk, hýsu, havtasku, svartkalva og kalva.

 

Sløg av merkjum

Merkini eru ymisk, men vanligast eru appelsingul ”Spagetti”-merkir, har merkið verður skotið í ryggin á fiskinum og situr uttaná.

 

Goymslumerkir verða innopererað, antin í ryggin (havtaska) ella í búkholuna (toskur). Í báðum førum situr merkið innvortis, meðan ein gulur gummitráður hongur uttaná.

 

Fremmand merkir

Um merkið ikki er av føroyskum uppruna, kann tað eisini latast Havstovuni. Vit senda upplýsingarnar um merkið og fiskin víðari til viðkomandi granskingarstovn.