23. Jan. 2012

Á vetri eru 80% av øllum ritunum í norður Atlantshavi samlaðar á Flemish Cap leiðini

 

Nýggj grein vísir, at á vetri eru 80% av øllum ritunum í norður Atlantshavi samlaðar á Flemish Cap leiðini vestan fyri Miðatlantiska Ryggin, og tí kann ein broyting í umstøðunum har ávirka allan stovnin.

 

Okkurt um 2 milliónir ritupør eiga í bjørgunum kring norður Atlantshavið, men fáar pisur eru komnar undan seinastu árini, og stovnurin er minkaður. Høvuðsorsøkin til at pisurnar doyggja er helst føðitrot tætt við ritubjørgini um summarið, men umstøðurnar, har riturnar eru um veturin, hava eisini týdning fyri trivnaðin.

 

Kunnleikin, um hvar riturnar halda til um veturin, hevur tó verið vánaligur, tí vanlig ringmerking gevur ikki eina góða mynd av, hvar tær eru úti á opnum havi, tí her er lítil møguleiki fyri at finna ringarnar aftur. Nýggj tøkni við ljósloggarum á ringunum, kann harafturímóti goyma upplýsingar um, hvar fuglurin hevur verið hvønn einstakan dag. Vit hava tí merkt ritur í 19 bjørgum kring norður Atlantshavið við ljósloggarum, og úrslitið er, at 80% av øllum ritunum fara vestureftir á Flemish Cap leiðina vestan fyri Miðatlantiska Ryggin, og tí kann ein broyting í umstøðunum har ávirka allan stovnin.

 

Les alla greinina