07. Okt. 2022

Norðurlendskur fundur um plantuæti

 

Í døgunum 3-5. oktober hevði norðurlendski arbeiðsbólkurin NOMP (Nordic Marine Phytoplankton) fund um plantuæti á Vinnuháskúlanum. Fiskaaling og Havstovan skipaðu fyri fundinum, har 36 luttakarar úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Norra, Íslandi og Týsklandi luttóku.

 

Á skránni vóru fyrilestrar og kjak um yvirvøku av plantuæti í Norðurlondum. Stórur dentur var lagdur á menning av nýggjum hættum at kanna plantuæti og á kanningar av eitrandi plantuæti. Vanliga verður plantuæti talt og eyðmerkt við mikroskopi, men DNA-kanningar og automatisk myndagreining av plantuæti gerst vanligari og vanligari.

 

Havstovan og Fiskaaling hava seinnu árini samstarvað um at menna yvirvøkuna av plantuæti á Føroyska Landgrunninum og í firðunum. Plantuæti er fyrsti liður í føðiketuni, og hevur tískil stóran týdning fyri alla vistskipanina.

 

Í sambandi við aling kann eitrandi plantuæti hava neiliga ávirkan á alifisk og í summum førum elva til at hann doyr. Eisini upphópast eiturevni í skeljadjórum, tá tey eta eitrandi plantuæti.