30. Sep. 2022

Ráðstevna og kokkaverkstova um hval og kóp

 

Í døgunum 5. og 6. oktober verður Norðurlandahúsið karmur um eina ráðstevnu, og eina matmentanarliga verkstovu, har ljós verður varpað á hval og kóp sum burðardygt mattilfeingi.

 

Á skránni eru fyrilestrar og kjak um týdningin av hvali og kópi sum burðardygt tilfeingi í kosti og matgerð, og um kvøldið seinna dagin verður eitt matmentarnarligt tiltak, har kokkar úr Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Noreg, Kanada og Japan fara at borðreiða við ymskum rættum úr hvali og kópi.

 

Meira kunning um tiltakið og skrá er at finna her.

 

Tiltakið er alment, og atgongumerki til alt tiltakið kunnu keypast her.