16. Aug. 2022

Havhesturin í hav-vistskipanini

 

Havstovan hevur í longri áramál kannað lívfrøði og vistfrøði hjá havhesti í Føroyum. Til ICES-Decadal fundin í Bergen í juni, 2022, varð ein postari um evnið kunngjørdur.

 

Inland and coastal colonies of Northern Fulmar (Fulmarus glacialis) on the Faroe Islands: attendance patterns and links to marine ecosystem variability. Høvundar eru: Dánjal P. Højgaard, Jóhannis Danielsen, Petur Steingrund, Una Matras, Karin M.H. Larsen, Eilif Gaard og Bergur Olsen.

 

Hesin postari sýnir nøkur hav-vistfrøðilig sambond við havhestin, har samanberingar eru gjørdar við havhest í Innara Tyrli (Eysturoy) 1996-2021 og Høvdan (Skúvoy), 2003-2021. Kanningarnar sýna, at hampuliga gott positivt samband er millum:

 

1 tal av ungum og gróður í havinum (Høvdin, august)

 

2 vøkstur hjá kúpuskel og tal av vitjandi havhesti (Innari Tyril, juni-august)

 

3 Eysturíslandsstreymin (sum ber æti við sær inn á føroyska landgrunnin) og tal av vitjandi havhesti (Innari Tyril, juni-aug)

 

Postarin vísir, at teljingar av havhesti kunnu geva týdningarmikla vitan um hav-vistskipanina undir Føroyum.

 

Postarin við grafum og myndum sæst her.