13. Juli. 2022

Jákup Sverri ger makrelkanningar

 

Síðstu tvær vikurnar hevur Jákup Sverri luttikið í altjóða makrelkanningum saman við íslendingum, norðmonnum og dønum. Tó at kanningarnar hava verið nakað darvaðar av veðri, hevur Jákup Sverri higartil tikið 19 støðir. Á hvørji støð verður trolað eftir makreli og sild, umframt at æti- og umhvørviskanningar eisini verða gjørdar.

 

Makrelveiðan í hvørjum háli hjá Jákup Sverra hevur ligið millum 2 kg og 20 tons, meðan lítið hevur verið fingið av sild, sí Mynd 1.

 

Kanningarnar eru í tíðarskeiðinum 30. juni -7. august, og í løtuni eru Árni Fríðriksson úr Íslandi, Vendla og Eros úr Noregi og Ceton úr Danmark úti saman við okkum, sí Mynd 2. Øll skipini brúka sama slag av multpelt-troli, sum er ment til makrelkanningar. Trolúrslitini frá norsku skipunum síggjast her.

 

 

 

Mynd 1: Veiða av makreli (grønt) og sild (reytt) hjá Jákup Sverra.

 

Mynd 2: Kort yvir økið har makrelkanningarnar verða gjørdar. Kanningarøkið hjá Jákup Sverra er merkt við hvítum strikum á kortinum. Kósin hjá Árna Fríðriksson er blá, Ceton turkis, Eros grøn og Vendla gul. Kanningarnar í kanningarøkinum vestur móti Grønlandi byrja seinni.