12. Jan. 2012

Landsbankin á vitjan

 

Eitt týðandi arbeiðsøki hjá Havstovuni er at veita kunning og ráðgeving til almennar stovnar, vinnulív og onnur.

 

Týsdagin 10/1 2012 vóru umboð fyri Landsbankan á vitjan á Havstovuni at fáa kunning um støðuna í høvuðsfiskastovnunum og um útlit fyri stovnar og veiðu.

 

Jan Arge Jacobsen, deildarleiðari á Uppsjóardeildini, hevði framløgu um uppsjóarfisk, meðan Jákup Reinert, deildarleiðari á Botnfiskadeildini, hevði framløgu um botnfisk undir Føroyum.