31. Mai. 2022

ICES-frágreiðing um Norskahavið

 

Árliga frágreiðingin um Norskahavið hjá ICES-arbeiðsbólkinum WGINOR er nýliga latin úr hondum. WGINOR arbeiðsbólkurin (Working Group on the Integrated Assessments of the Norwegian Sea) hevur til endamáls at samansjóða og gagnnýta alla tøka vitan um vistskipanina í Norskahavinum, og at vera við til at menna burðardyggar hættir at handfara vistskipanina.

 

Frágreiðingin inniheldur m.a. eina stutta lýsing av núverandi støðu og langtíðarsveiggjum í vistskipanini. Eisini vera broytingar í vistskipanini og møgulig árin av hesum viðgjørdar. Hesin parturin av frágreiðingini er lættlisin og ætlaður øllum, ið hava áhuga í Norskahavinum.

 

Nakrar av týdningarmestu staðfestingunum í frágreiðingini eru:

 

 

  • Nøgdin av kalda og lutfalsliga feska rákinum av atlantssjógvi inn í Norskahavið, sum hevur verið stór í nøkur ár, er nú aftur minkað. Nøgdin av arktiskum sjógvi er framvegis vaksandi.

 

 

  • Í tíðarskeiðinum 2013-2020 vóru nøgdirnar av plantuæti lutfalsliga stórar og gróðurin helt leingi á út á heystið. Orsøkin til hetta er møguliga tann økta nøgdin av køldum og feskum arktiskum sjógvi.

 

 

  • Nøgdin av djóraæti, sum var hægst um aldaskiftið, hevur verið lækkandi síðani mitt í 0-unum og hevur nú ligið á einum jøvnum lágum støði í fleiri ár.

 

 

  • Sildastovnurin hevur verið minkandi síðani 2008, men minkingin er støðgað, serliga orsakað av tí stóra 2016 árganginum. Makrelstovnurin og svartkjaftastovnurin hava báðir verið minkandi síðstu árini. Tó sær tilgongdin av svartkjafti út til at vera góð í 2020 og 2021.

 

 

Øll frágreiðingin kann lesast her og parturin av frágreiðingini, sum er nevndur omanfyri, sæst á s. 17-29.