25. Mai. 2022

Jákup Sverri verið eftir streymmátarum

 

Tann 11. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Hetta eru teir fimm mátararnir, sum Jákup Sverri fyri fyrstu ferð legði út í fjørð. Tað hilnaðist sera væl, og allir mátararnir vórðu tiknir upp í øllum góðum. Tveir av mátarunum lógu á Islandsrygginum – ein í føroyskum sjógvi og hin í íslendskum sjógvi. Har hava hesir mátarar nú í tvey ár mátað rákið tvørtur um Íslandsryggin, og eru hesar mátingar gjørdar í samstarvi við DMI við fígging frá Nationalt Center for Klimaforskning. Hinir mátararnir lógu í ávikavist Bankarennuni og Føroyastreyminum norðan fyri Føroyar. Allir streymmátararnir eru nú á Havstovuni, har data verða lisin, battaríni skift, eins og annað eftirlit verður gjørt. Í komandi viku fer Jákup Sverri nýggjan hydrografitúr, har streymmátararnir verða lagdir út aftur.

 

Á túrinum vórðu eisini hydrografiskar mátingar gjørdar í Hetlandsrennuni eins og á Íslandsrygginum. Hesar vístu m.a., at nógvur Eysturíslandssjógvur var í Hetlandsrennuni. Fyribils úrslitini eru at síggja í túrfrágreiðingini her.

 

Mynd. Ein av boyunum verður tikin upp. Boyan liggur við skipssíðuna, og kastarin er tveittur fyri at fáa fatur á boyuni. Knút Olsen tók myndina.