17. Jan. 2012

Útróðrarmenn á vitjan

 

Í seinastu viku fekk Havstovan vitjan av útróðrarmonnum í Føroyum. Tað er í sambandi við at Fiskivinnuroyndir stuðlar eini verkætlan, har Havstovan og útróðrarmenn skulu kanna økir á innaru leið til tess at vita, hvar smáfiskur heldur til.

 

Á fundinum bleiv tosað nógv um fiskileiðir og hvørji økir, sum vóru áhugaverd at kanna.

 

Meiningin er nú, at umboð frá Havstovuni fer við ávísar túrar at fáa til vega vitan um útbreiðslu av toski og hýsu í ymiskum støddum, á ymiskum leiðum nær landi og ymiskar árstíðir.

 

Við á fundinum vóru: Ragnar Groth Mortensen, Janus Sørensen, John Kári Jacobsen, Sjúrður Joensen, Sámal Debes, Sigvald Kristiansen og Petur Steingrund.