09. Jan. 2012

Havstovan farin undir nýggjar kanningar í Hetlandsrennuni

 

Í nógv ár hevur Havstovan saman við skotum og øðrum tjóðum gjørt kanningar av streymi og hitaviðurskiftum í Hetlandsrennuni, sum er millum føroyska landgrunnin og meginlandið. Á hvørjum sumri eru streymmátarar lagdir út á føstum støðum tvørtur um rennuna. Teir máta regluliga streymin og goyma úrslitini, til mátararnir verða upptiknir næsta summar. Aftrat hesum máta bæði Magnus Heinason og skotsk rannsóknarskip hita og saltinnihald á øllum dýpum tvørtur um rennuna nakrar ferðir um árið.

 

Mátingarnar eru serliga gjørdar eftir eini linju, sum gongur millum Munkin og Fair Isle, har skotar hava mátað í næstan eina heila øld; men mátingarnar hava víst, at rákið á hesum leiðum verður nógv órógvað av meldrum, sum reka inn í Hetlandsrennuna. Tí hava ætlanir verið um at flyta kanningarlinjuna longri vestureftir. Til at kanna henda møguleikan eru nú mátitól løgd út bæði á ta gomlu kanngingarlinjuna og á ta nýggju. Tá hesi tólini eru uppafturtikin á sumri 2012 og úrslitini viðgjørd, verður avgjørt, hvar mátingarnar skulu gerast komandi árini.

 

Mátitól av hesum slagnum eru dýr bæði at keypa og reka, og tílíkar kanningar høvdu ikki borið til uttan stuðul úr ymsum millumtjóða granskingargrunnum. Hesar kanningarnar eru serliga stuðlaðar av eini verkætlan, nevnd THOR, sum hevur fingið fígging úr sjeyndu rammuskrá (FP7) hjá granskingargrunninum í Europa, og bæði norskir og týskir granskarar hava samstarvað við skotar og Havstovuna.

 

Sjógvurin, sum ferðast eystur og norðureftir gjøgnum Hetlandsrennuna, ber varma við sær inn í Norðurhøv og er við til at halda stór havøki heit og halda havísi burturi. Hetta hevur stóran áhuga í altjóða granskingarhøpi, og tað er helst høvuðsorsøkin til, at vit hava fingið fígging til hesar kanningar. Hesin heiti sjógvurin hevur samstundis stóran týdning fyri lívið í havinum, og kanningarnar hjálpa okkum betur at skilja, hví sild, svartkjaftur, makrelur og onnur fiskasløg ferðast, sum tey gera.

 

Havøkið kring Føroyar, har botndýpið er víst við litum. Teir reyðu pílarnir vísa rákið av heitum sjógvi fram við Føroyum. Tann gamla og tann nýggja kanningarlinjan eru vístar við svørtum strikum.

 

Ein streymmátari, sum vit hava lænt frá Universitetinum í Hamburg, verður lagdur út í Hetlandsrennuna frá Magnusi Heinasyni 4. September 2011.