Hitabroytingar

 

Havstovan hevur hitamátarar liggjandi við Oyrargjógv og Skopun, ið støðugt máta hitan í sjónum. Hitin er áleið tann sami í báðum støðum. Orsøkin er, at sjógvurin innast á Landgrunninum verður so væl blandaður av sjóvarfalli. Tá tosað verður um sjógvin innast á Landgrunnurin, meinast her við sjógvin innan fyri umleið 100 metra dýpi, men tó ikki við sjógv inni á firðum o.líkn.

 

Mynd 1 vísir, hvar mátararnir eru. Hitamátararnir eru sjálvvirkandi. Teir máta hitan við jøvnum millumbili og goyma síðan mátingarnar í minninum. Umleið tvær ferðir um árið verða mátararnir skiftir og mátingarnar lisnar inn á teldu á Havstovuni. Við Oyrargjógv eru mátingarnar tryggjaðar á tann hátt, at har altíð eru tveir mátarar, um so skuldi borist á, at ein teirra gongur fyri. Í Skopun er bert ein mátari.

 

Oyrargjógv og Skopun 

Mynd 2 vísir nýggjastu mátingarnar av hitanum við Oyrargjógv og Lívfiskastøðina í Skopun. Til samanlíkningar sæst eisini miðalhitin fyri hvønn mánaða fyri árini 1914 – 1969, mátaður við Mykineshólm. Hitin við Skopun broytist javnari (meiri líðandi) enn hitin við Oyrargjógv. Hetta bendir á, at sjógvurin í Skopunarfirði er betur blandaður enn í Vestmannasundi.  

 

Hitin á Landgrunninum í 100 ár

Umframt hitamátingarnar frá Oyrargjógv síðan 1991 finnast eisini tvær eldri mátiseriur – ein frá Tórshavn fyri tíðarskeiðið 1867 – 1919 og ein frá Mykineshólmi fyri tíðarskeiðið 1914 – 1969. Tann fyrra serian er tó ikki umboðandi fyri hitan á Landgrunninum, av tí at mátistaðið ikki var í nóg væl blandaðum sjógvi.

 

Hitamátingarnar við Mykineshólm eru dagligar hitamátingar í streymasjógvi, og tí ber til at samanbera hesar við nýggjaru mátingarnar frá Oyrargjógv, sum eisini eru gjørdar í væl blandaðum sjógvi. Við hesum mátiserium hava vit eina nærum 100 ára langa tíðarseriu tó við gloppi í tíðarskeiðnum 1969 – 1991 (Mynd 3). Síðst í 1910unum og í seinnu helvt av 1960unum vóru tey kaldastu tíðarskeiðini hesi 100 árini, men eitt tíðarskeið um 1960 var líka heitt sum í dag. Heitastu árini, sum vit vita um á Landgrunninum, vóru í 2003 og 2009, sum hava sama ársmiðalhita. Sostatt hevur hetta heita tíðarskeiðið, sum vit enn eru í, vart væl longur enn heita tíðarskeiðið um 1960.

 

Minsti og mesti hiti síðani 1914 

Talvan niðanfyri vísir, hvørji ár minsti og mesti mánaðarligi miðalhitin varð mátaður við Oyrargjógv og Mykines.

 

 

Kaldastu og heitastu dagarnir fyri hvønn mánaða eru eisini vístir í talvuni niðanfyri.

 

 


Mynd 1.
Kortið vísir, hvar mátararnir eru. Hitamátararnir eru sjálvvirkandi. Teir máta hitan við jøvnum millumbili og goyma síðan mátingarnar í minninum. Umleið tvær ferðir um árið verða mátararnir skiftir og mátingarnar lisnar inn á teldu á Havstovuni. Við Oyrargjógv eru mátingarnar tryggjaðar á tann hátt, at har altíð eru tveir mátarar, um so skuldi borist á, at ein teirra gongur fyri. Í Skopun er bert ein mátari.


Mynd 2.
Nýggjastu mátingarnar av hitanum við Oyrargjógv og Lívfiskastøðina í Skopun. Til samanlíkningar sæst eisini miðalhitin fyri hvønn mánaða fyri árini 1914 - 1969, mátaður við Mykineshólm. Hitin við Skopun broytist javnari (meiri líðandi) enn hitin við Oyrargjógv. Hetta bendir á, at sjógvurin í Skopunarfirði er betur blandaður enn í Vestmannasundi.


Mynd 3.
Mánaðarligur miðalhiti fyri Mykines og Oyrargjógv síðan mátingarnar byrjaðu í 1914.


Mynd 4.
Miðalhiti, umframt minsti og mesti dagligi miðalhiti fyri hvønn mánaða, mátaður við Oyrargjógv og Mykines.