Hiti og rák
 Fiskireiðskapur
 Plankton
Hvat plankton er
Mátingar av plantuplankton
Plankton í firðum og sundum
Plantuplankton á Landgrunninum
Djóraplankton á Landgrunninum
Plantuplankton á opnum havi
Djóraplankton á opnum havi
Verkætlanir


Printa
Mátingar av plantuplankton
zoom
zoom
Mynd 1. Nøgdir av plantuæti í sjónum, ið er pumpaður inn á Lívfiskastøðina í Skopun síðani 1997 (ovara mynd). Fyri betur at síggja mátingarnar í 2010, eru eldru mátingarnar gjørdar gráar  (niðara mynd).

Plantuæti á Landgrunninum

Lívfiskastøðin í Skopun pumpar stórar nøgdir av sjógvi úr Skopunarfirði inn á støðina. Regluligar kanningar av hesum sjónum geva virðismiklar upplýsingar um æti og umhvørvisviðurskifti á Landgrunninum.

Sjógvurin, ið verður brúktur á Lívfiskastøðini í Skopun, verður pumpaður ígjøgnum ein tunnil, ið gongur undir støðini og kemur upp á 18 metra dýpi í Skopunarfirði. Hvørt sekund verða umleið 0,25 m3 av sjógvi pumpaðir inn á støðina.

Sjógvurin stavar frá einum øki við nógvum streymi. Hann er tí væl blandaður frá vatnskorpuni og niður á botn og umboðar eisini væl viðurskiftini á innaru landgrunsleiðunum sum heild.

Starvsfólkini á Lívfiskastøðini taka regluliga sjógv frá innførsluni til støðina og senda Havstovuni hann til kanningar. M.a. verða nøgdirnar av plantuæti á henda hátt mátaðar hvørja viku um várið og summarið. Úrslitini verða løgd út á heimasíðuna hjá Havstovuni, so hvørt tey eru tøk.

Sera ójavnt er, nær gróður kemur um várið og eisini er ójavnt, hvussu nógv av plantuæti er ymisk ár. Plantuæti er føði hjá smáum djóraæti, ið aftur er føði hjá fiskayngli og nebbasild á Landgrunninum.

Upp

PO-Box 3051 

 

Nóatún 1

 

FO-110 Tórshavn

 

Føroyar

 

Tlf: (+298) 35 39 00

 

Fax: (+298) 35 39 01

 

E-mail: hav@hav.fo