Standard hydrografi
Samandráttur
Hesin túrurin var ein standard hydrografi-túrur eftir fimm av teimum seks standardskurðunum. Á túrinum vórðu 79 CTDstøðir tiknar eftir skurðunum V, R, N, E, og S, umframt eftir skurði J. Á øllum støðum var CTDin brúkt at máta vertikalar profilar av hita, saltinnihaldi, oksygen og gróðri (fluoresence). Á útvaldum støðum (sum ásett í sýnishondbókni fyri Umhvørvisdeilidina, partur 4.1) vórðu vatnprøvar tiknir til analysu av tøðevnum og karbon. Á túrinum blivu vatnskorpuhiti og -saltinnihald mátað alla tíðina við Ávegisdátusavnaranum, eins og mátað varð við streymmátaranum á kjølinum tað mesta av túrinum. Fyri eina verkætla hjá Harvard University at kanna PFAS (polyfluoroalkyl substances) í Føroysku vistskipanini, vórðu 7 vatnprøvar 7 (chlorophyll maxima) og 7 glúpprøvar (0-50m) tiknir at máta PFAS í plankton.
Á túrinum varð lagt til merkis, at hvalspýggjur vóru at síggja í stórum tali so at siga allastaðni á Landgrunninum. Stórar
hvalspýggjur (10-30 cm) sóust frá skipinum, ímeðan smærri hvalspýggjur vóru í WP2-prøvunum (Mynd 1). Hesar
hvalspýggjur sýntust at verða knýttar at gróðrarlagnum, har mesti gróðurin var á 15-20 m dýpi.

Fyribilsúrslit frá útvaldum skurðunum



Um túrin
Vit fóru út mikudagin 30/8 kl. 1800. Siglt varð norður á støð N01, og tóku vit so skurðin norðureftir. Vit vóru liðug við skurð N 31/8 kl. 22:32. Hesin skurður tók 26 tímar. Sí Mynd 2.
Haðani varð siglt suður á støð J08 á skurði J, og tóku vit so skurðin suðureftir til støð J01. Vit vóru liðug við skurð J 01/09 14:22. Hesin skurður tók 8 tímar.
Haðani varð siglt út á støð R08 á skurði R, og tóku vit so skurðin suðureystureftir til støð R01. Vit vóru liðug við skurð R 02/09 00:55. Hesin skurður tók 9 tímar.
Haðani varð siglt út á støð V10 á skurði V, og tóku vit so skurðin norðureystureftir til støð V01. Vit vóru liðug við skurð V 02/09 18:16. Hesin skurður tók 12 tímar. Sí Mynd 3.
Haðani varð siglt út á støð EHB á skurði E, og tóku vit so skurðin eystureftir til støð E15. Vit vóru liðug við skurð E 03/09 19:52. Hesin skurður tók 24 tímar. Sí Mynd 4.
Haðani varð siglt út á støð S08 á skurði S. Vit høvdu vánaligt veður (20 m/s) og stóra aldu (5m) og lógu bakk í 6 tímar. Vit byrjaðu við S08 04/09 10:50 og tóku vit so skurðin norðurvestureftir. Vit vóru liðug við skurð S 04/09 19:52. Hesin skurður tók 13 tímar.
Nú varð kósin sett á Havnina.
Vit vóru á Havnini 05/09 kl. 07:00.
Prøvatøka
| Prøvatøka / Data | Yvirlit |
|---|---|
| Ávegisdátusavnari | Vatnskorpa 30/08 til 05/09 |
| Streymmátari á kjøli | Frá 30/08 til 05/09 |
| CTD-støðir | 79 støðir (Skurðir N, E, S, V, R og J) |
| CO2 | Støð N05, N14, V06, og R08, E10-13 |
| PFAS | Støð N08, N11, V10, V06, E08, S04, S03A |
| Tøðevni | Støð N01-N14, V06, R08, E10-13 |
| Glúp | 43 støðir |
| Saltprøvar | Á umleið aðru hvørjari CTD-støð í stabilum sjógvi |
Reiðskapur
Sea-Bird 911+ CTD, útgerð til prøvatøku av sjógvi.
Viðmerkingar
Á støð N05 varð CTDin lorað heilt niður ímóti botni, tí at ein PIES stendur á hesum staðnum.
Annars gekk alt eftir vild allan túrin, og høvðussetningurin fyri túrin var gjørdur. Tað einasta, sum ikki var gjørt, var at gera eina roynd at fáa ein streymmátara á Íslandsrygginum upp. Hetta var avlýst vegna vánaligt veður.
Fólk við frá Havstovuni
Ian Salter (kanningarleiðari)
Regin Kristiansen
Túrfrágreiðingar
Standard hydrografi – Streymmátarar út
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2424 Tíðarskeið: 7-10/6 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar, og at leggja
Standard hydrografi – Streymmátarar upp
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2420 Tíðarskeið: 15-22/5 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at taka streymmátarar upp og at fylgja við hydrografisku broytingunum í
Standard hydrografi
Jákup Sverri, túrur nr. 2352 Tíðarskeið: 25/10-1/11 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar og at læra at
Viðkomandi tíðindi

Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar
Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland og Føroyar rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi inn

Hitabylgja í havinum
Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum vestan fyri Írland og Skotland. Sjógvur frá vestara parti

Jákup Sverri verið á hydrografitúri
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum.

Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur
Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur Millum Grønland og Skotland rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi inn í Norðurhøv (reyðu pílarnir á myndini). Tað mesta av

